07 Vestur: Enn ein liður í langtíðarætlanini hjá 07 Vestur er komin uppá pláss, eftir at 07 Vestur hevur sett Jens Erik Rasmussen í fulltíðarstarv sum høvuðsungdómsvenjari.
Jens Erik byrjar í nýggja starvinum 1. januar.
- Málið er at børnini skulu trívast og hava tað stuttligt við fótbóltspælinum, ímeðan tey menna individuellu førleikarnar og kreativu evnini", sigur Jens Erik, og heldur fram, at tilboðið til gentur skal eisini uppraðfestast, so teimum verður bjóðað somu møguleikar og venjing sum dreingjunum.
07 Vestur er ímillum feløgini í Føroyum við flest leikarum og tilmeldaðum liðum. Vant verður bæði í Sørvági og Sandavági, har børn eisini koma úr Vestmanna og Kvívík við bussum, ið felagið fíggjar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo