Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Jenis av Rana, løgtingsmaður og formaður í Miðflokkinum, fyllir 70 ár í dag. 

Hann varð borin í heim hin 7. januar 1953 í Trongisvági og er sonur Aslaug og Danjal.

Danjal av Rana, sáli, var borgarstjóri á Tvøroyri frá 1984 til 1992, umboðandi Javnaðarflokkin.

Jenis, sonurin, er best kendur sum politikari. Hann hevur sitið í løgtinginum fyri Miðflokkin síðan 1994 og hevur verið formaður í flokkinum síðani 2001.

Hann hevur eisini verið landsstýrismaður og var sum flestum kunnugt uttanríkis- og mentamálaráðharri í júst farna valskeiði, frá 2019 til 2022.

Jenis er útbúgvin lækni frá lærda háskúlanum í Aarhus. Hann tók prógv í 1983 og hevur starvast sum kommunulækni í Havn síðani 1995.

Í sínum yngru døgum var hann lærari á Tvøroyri og í Froðba. Hetta var í tíðarskeiðnum 1972-74. 

Jenis er eisini kendur prædikumaður og var við til at seta á stovn kristiligu útvarpsstøðina Lindina, sum byrjaði at senda í ár 2000.

Hann er giftur við Onnu, og saman eiga tey tríggjar synir - Danjal, Hallur og Ari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo