Spurningurin hjá formanninum í Miðflokkinum var rættaður bæði móti fíggjarlógaruppskotinum og eisini móti tingsalinum, sum var "kliniskt reinsaður fyri javnaðarfólk".
Jenis av Rana, eins og fleiri onnur í andstøðuni, vísti á fleiri skerjingar sum eru gjørdar í til dømis skúlabarnaflutningi, egingjaldinum til heilivág, ískoytinum til sperdar familjur, sálarfrøðihjálpini og stuðli til næmingar í arbeiðsbúgving, sum eru júst 25 milliónir krónur, og spurdi um hetta tal minti um okkurt:
- Hví skulu vit senda dønum 25 milliónir aftur, tá ið teir ikki hava biðið um tað?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo