Javni: Forsetin í Kiwanis Tórshavn, Karlot Hergeirsson, handaði umboðunum fyri Javna peningagávuna áljóðandi 50.000 kr á samkomu í Kiwanishúsunum mikukvøldið 11. oktober.
Fía Petersen, forkvinna í Javna, takkaði hjartaliga fyri stóru gávuna, og segði nøkur orð um virksemi hjá Javna. Javni er felag hjá teimum, ið hava menningartarn og teirra avvarðandi, og aðalmálið hjá felagnum er at arbeiða fyri at betra um viðurskiftini hjá málbólkinum.
Gávan frá Kiwanis er ikki oyramerkt til serstakt øki, men fer at verða brúkt til frama fyri børn og ung, og er hetta í andanum hjá Kiwanis. Til dømis merkja vit hjá Javna, at tað er stórur tørvur á at hava skeið fyri systkin at børnum, sum bera brek, og vit kundu hugsað okkum at skipa fyri hesum skeiðum meira regluliga. Eitt annað økið, ið elvir til stóra ørkymlan í familjunum, er tíðarskeiðið, har børnini við menningartarni verða 18 ár. Umframt at tannárini ofta eru trupul sum heild, so broytast flestu skipanir tann dagin barnið, sum ber brek, verður 18 ár, og á pappírinum vaksið. Vit kundu hugsa okkum at sett sjóneykuna nærri á hetta økið – við ráðstevnu, temadøgum ella líknandi.
Kiwanis er ein altjóða felagsskapur av sjálvbodnum, sum hevur til endamáls at stuðla teimum, ið tørva hjálp, og serliga børnum. Kiwanis savnar pening umvegis millum annað jólatræssølu og við at selja lutaseðlar á Ólavsøku. Umframt Kiwanis Tórshavn eru tveir aðrir Kiwanis felagsskapir í Føroyum: Kiwanis Rósan í Havn, og Kiwanis Eysturoy, sum hevur heimstað í Gøtu. Orðið “kiwanis” stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja.”
Javni takkar enn einaferð fyri gávuna, og vit takka Kiwanis fyri teirra áhaldandi góða arbeiðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo