Undanfarnu viku legði fyrrverandi vatnmeistari, Janus Sørensen, árarnar inn, 87 ára gamal. Janus var ein býarmynd, sum byrjaði at arbeiða fyri vatnverkið longu í 1966, og var vatnmeistari í heili 32 ár.
Janus var fimti vatnmeistari í Havn í røðini. Kommunan hevði samkomu fyri honum, tá hann legði frá sær fyri aldur í 2004.
Janus var ættaður úr Trongisvági, sonur Sigrid Lindberg og Jens Sørensen. Hann flutti til Havnar í 1950 og lærdi til rør- og blikksmið hjá Børge Rubek Nielsen og Tórstein Poulsen.
Tá hann var útlærdur fór hann at arbeiða hjá Mariu Poulsen. Og meðan hann arbeiddi har, varð hann ofta “útlæntur” til Tórshavnar kommunu til øll møgulig arbeiði, serliga innan rørsmíð.
Fyrsti vatnbrunnurin varð gjørdur úti á Gráasteini í 1898. Í 1928 varð ein vatnbyrging gjørd úti í Marknagili, og í 1966 varð vatnverkið í Havnardali tikið í brúk.
Í sekstiárunum bygdi kommunan vatnverkið úti í Havnardali, og í 1965 varð Janus settur í fast starv hjá kommununi. Nøkur ár seinni legði Hannemann, Johan Michelsen, frá sær vegna aldur, og tá varð Janus settur sum vatnmeistari. Hetta var í 1972.
Janus stýrdi sum vatnmeistari arbeiðnum, tá stóra vatnverkið í Villingadali bleiv bygt. Tað varð tikið í brúk 1988. Eisini var Janus køni vegleiðarin viðvíkjandi vatnveitingi, tá allar stóru útstykkingarnar vórðu gjørdar í sjeyti- og áttatiárunum og frameftir.
Í sínum arbeiði og sínum frítíðarítrivi kom Janus í samband við sera nógv fólk. Janus var dámligur og sera væl lýddur.
Hann var sera vandin og neyvur í sínum arbeiði, gekk høgt uppí at tekna og skráseta alt virksemið á vatnverkinum, nakað sum í eftirtíð lætti sera nógv um arbeiðið hjá starvsfeløgum.
Janus hitti ikki bert nógv fólk í arbeiðnum. Hann luttók eisini í øðrum sosialum virksemi. Eitt nú var hann eisini sera musikalskur, mong minnast hann við stóru tubaini í GHM.
Janus giftist Michaelu, f. Davidsen, ættað av Sandi, og tey fingu fýra børn: Jan, Majken, Leif og Anni.
Næstseinasta mikudag legði Janus árarnar inn eftir drúgvan róður. Hann gjørdist 87 ára gamal.
Vit lýsa frið yvir minnið um Janus Sørensen, vatnmeistara.
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo