Sambært portugisiska miðlinum Record so eru bæði Liverpool og Manchester United íðin eftir at fáa supertalentið Joao Felix.
Hann leikar í løtuni í Benfica í Portugal og verður mettur sum størsta fótbóltstalent í Europa. Men kostnaðurin liggur um 61 milliónir pund fyri 19 ára gamla leikaran, og keypsklausulurin á 105 milliónir pund, sambært Record.
Transfer gossip via @ConnorDunn7 https://t.co/7Hq76wkHJn
— Liverpool FC News (@LivEchoLFC) January 22, 2019
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo