Freistin sum Ísrael í gjár gav øllum at fara úr Gaza er nú farin og Ísrael ger seg til reiðar at fara inn í geiran, har ætlanin er fullkomuliga at oyða yvirgangsfelagsskapin Hamas.
Long nú frættist um fleiri Hamas leiðarar, sum Ísrael hevur beint fyri, millum annað við dronuálopum. Ein teirra er Ali Qadi sum sambært Times of Israel var millum teir sum løgdu ætlanirnar um blóðuga álopið á Ísrael síðsta leygardag.
Nógv túsund fólk eru flýdd longur suður, tí ísraelski herurin hevur lovað innrás í Gaza bý, har ógvusligir bardagar sostatt kunnu væntast komandi dagarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo