Ísrael lovar hevnd eftir eitt rakettálop á ein fótbóltsvøll í Golan heyggjunum í dag sum hevur kostað minst 10 fólkum lívið, tey flestu børn. Harumframt eru eini 30 fólk skadd.
ísrael leggur iranskt stuðlaða Hezbollah undir at standa aftanfyri álopið, men Hezbollah vísir hesum aftur.
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, brýtur vitjan sína í USA av áður enn ætlað, og fer heim aftur beinanvegin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo