Einaferð í morgin kemur helst stórálopið, sum skal reinsa Gaza fyri Hamas yvirgangsfólk.
Ísraelski herurin hevur givið vanliga fólkinum í norðara parti av Gaza geiranum 24 tímar til at sleppa sær suður um ánna Wadi Gaza, sum rennur ígjøgnum Gaza geiran áleið miðskeiðis.
Talan er um yvir eina millión fólk, sum noyðast at sleppa sær burtur.
Nógv eru longu rýmd, men ST sigur, at tað er nærum ógjørligt at fáa øll burtur, millum annað tí onki brennievni er til bilar og bussar. Eisini inniber ein evakuering, at fleiri sjúkrahús, full av illa sjúkum og særdum fólkum, skulu evakuerast.
Seinasta samdøgrið hevur Ísrael flutt fleiri 10.000 herfólk, stríðsvognar, rakettir og lóður í stórum nøgdum til oyðimørkina, stutt frá markinum til Gaza.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo