Uppsetingin og soundurin fær meg at hugsa um Bjørk og so kunnu vit byrja restina av ferðini inn í tónleikaliga universið hjá Konni og teimum.
At standa her og gera samanberingar við stóra íslendska talentið, ger neyvan Konni Kass til annað enn eitt av føroysku talentunum, sum eg vænti mær nógv av.
Á júst hesi útgávuni upplivi eg eina røð av temposkiftum og er tað ikki lætt at bólka hesa í ein ávísa sjangru, so mítt boð er intelligentur poppur við onkrum jazzkendum.
Tað er neyðugt at geva sær góðar stundir til Haphe, tí tað eru so nógv inntrykk og ikki minst tær “smáu” detaljurnar krevja nógv av lurtaranum.
Heitið Haphe merkir røra á grekskum og orðið haphephobia merkir óttan fyri at verða rørdur.
Spurnartekin kann so setast við heitið, men kann ein frágreiðing vera, at lagt verður upp til djúptonknan, inniligan tónleik, sum onkursvegna skal røra ein.
Konni er ikki bara ein serstakur sangari, men so sanniliga eisini góð á saxofonini og guitarinum – hon var m.a. var við í jazzbólkinum KapKass, afturi í 2009.
Hon vann nósabarnaprixið í 2003, Sement, og Væl á Veg í summar – umframt at hon er tilnevnd eina Anchor 2016 heiðursløn á Reeperbahn í Týsklandi.
Tekstirnir snúgva seg um nógv av lívsins viðurskiftum, men í uppsetingini er stórur dentur lagdur á tað improvisatoriska, har “spælt” verður við tey ymsu ljóðini, har vit so fáa hesa serligu upplivingina í universinum hjá Konni og teimum.
Mær dámar væl produktiónina hjá Benjamin Petersen og Frans Arge Galán og miksingina hjá Benjamin, tí ljóðmyndin virkar ljós og rúmlig.
Mær tykir, at Konni hevur lagt sera stórt arbeiði í skrivingina av tónleikinum, tí her eru so nógvar “smáar” detaljur, sum fara upp í eina hægri eind.
Húsin fellur í mín smag og eru myndirnar av henni og teimum fínar, men kundi hugsað mær eitt tekstblað.
Húsin hóskar væl inn í tónleikin, sum rørir meg og gevur eina góða uppliving.
Løgini eru:
RAINBOW
I LIE
SOUNDS
MAKE ME FORGET
RUN
SURRENDER
RACE
DEAR FRIEND
TIME – mítt val, tí røddin er klár og góð tekstføring. Dámi eisini stílskiftið miðskeiðis í lagnum..
SILENCE
Hetta er ein serlig útgáva, sum krevur nakað av lutaranum, men kann hinvegin eisini ímynda mær eina livandi Konni og hini á einum palli, so hon fær 5 stjørnur av 6 frá mær.
Fríðálvur A. Jensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo