Leygarkvøldið 1. apríl gera føroyingar innrás í Keypamannahavn við sangi, tónleiki og undirhaldi. Amager Bio verður karmur um føroysku Innrásina. og á pallinum verður tónleikur og undirhald við Dynamit, Eyðun & Terja og Sjúrði Skaale.
Einhvør innrás hevur brúk fyri njósnarum, og nú hevur føroyska innrásina í Keypmannahavn fingið fatur á heimsins stuttligasta njósnara. Anders Lund Madsen, sum telist millum kendastu skemtarar og sjónvarpsvertir í Danmark, verður við í Innrásini í Amager Bio.
Anders Lund Madsen dugir at gera gjøldur burtur úr bæði sær sjálvum og føroyingum – sjálvandi við einum fittum skálkasmíli og blíðum eygnabrái. Anders Lund Madsen fer undir Innrásini í Amager Bio at hugleiða um føroyingar og Føroyar, sum hann javnan hevur vitjað í lívi sínum – og tað verður við vissu ikki ein keðilig løta!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo