BirkBlogg: Regin Marnersson, skúlastjóri, bjóðar kaffi og greiðir frá um búmerkið, sum ímyndar nýggja Skúlan á Fløtum. Ikki bara í Havn, men í øllum Føroyum er hann í løtuni hin størsti fólkaskúlin. Og hevur tú hug at fortapa teg í arkitekturi, so ert tú komin á rætta stað. Á Fløtum kanst tú leggja teg skerflatan at kanna funktionellan brúksarkitektur.
Hetta var ein góður bygningur at vitja fyri jól. Hetta er eisini tann skúli, eg mest sakni, at eg ongantíð gekk í. Til lukku Tórshavnar kommuna, arkitektar, starvsfólk og næmingar við hesum skúla!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo