Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Sprotin: Í vikuni koma tvær skaldsøgur út, Deyðin fer í bindiklubb, ein nýggj føroysk krimi eftir Steintór Rasmussen, og nógv umrødda Glasgentan, ein donsk autofiktiv skaldsøga eftir Karin Dyhr.

Bøkurnar, ein samfelagsrevsandi krimi og ein hjartaskerandi lívssøga, eru hvør á sín hátt viðkomandi og sterkar lýsingar av yvirgangi í ungum árum.

Í samrøðum og framløgum fara báðir rithøvundarnir at viðgera bøkur sínar á Orð og tónum hóskvøldið 20. okt. kl. 20:00. Kim Hansen fer eisini at spæla fleiri góð løg.

Ein hvassur stokkur er boraður ígjøgnum hálsin á einum 42 ára gomlum manni. Deyðin fer í bindiklubb byrjar við pínu og hevndarhugi. Vit fylgja skiftivís mordaranum, ið sigur sína søgu, og nøkrum bindiklubbavinkonum, ið royna at fáa greiðu á tí, sum hent er — men eiga tær kanska eisini sín lut í tí? Alt stevnir fram ímóti, at tær skulu hittast í bindiklubbajólaveitslu. Eitt vita tær tó ikki: deyðin er eisini boðin til borðs. Ímeðan Steintór byggir spenningin upp í sínari søgu, viðger hann fleiri samtíðar viðurskifti. Andalig og kynslig neyðtøka og tess áhaldandi avleiðingar er eitt týðandi snúningspunkt.

Á Orð og tónum hóskvøldið fer Jonhard Mikkelsen at hava ein stuttan inngang um brotssøguhøvundar og -lesarar, áðrenn Gunnar Nolsøe fer at práta við rithøvundan um bókina, og hví hann hevur skrivað bókina.

Eftir ein lítlan steðg fer Karin Dyhr at tosa um sítt lív og Glasgentuna, eina skaldsøgu, ið liggur tætt at hennara egnu lívssøgu. Karin var misnýtt av pápa sínum øll barnaárini. Avleiðingarnar vóru vanlukkuligar. Inn og úr sinnissjúkrahúsum í 17 ár og medisinskt doyvd – inntil hon fór at práta við ein sjúkrarøktafrøðing, ið vildi lurta. Og hon prátaði og prátaði og prátaði, til alt var komið fram í ljósið, og hon gjørdist frísk.

Beinta Clothier fer at lesa brot upp úr báðum bókunum, og Kim Hansen stendur fyri tónleikinum.

Skráin er henda:
Vælkoma
Kim Hansen syngur
Brotssøguhøvundar – Jonhard Mikkelsen
Hví fer deyðin í bindiklubb í Norðvík? – Gunnar Nolsøe prátar við Steintór Rasmussen
Kim Hansen

Steðgur

Glasgentan og eg – Karin Dyhr
Kim Hansen syngur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo