Kursurin á partabrævinum hjá Bakkafrost er ikki fallin eftir at Løgtingið mikudagin samtykti sonevnda tøkugjaldið sum ger, at alivinnan fær eyka kostnaðir álagdar sum eitt slag av gjaldi fyri framíhjárættin at brúka sjógvin kring Føroyar at ala á.
Kursurin á partabrævinum hjá Bakkafrost hevur ikki flutt seg nevnivert, eftir at Bakkafrost fyrradagin sendi børsinum eina fráboðan um, at gjaldið nú er endaliga samtykt. Fyri fimm døgum síðani kostaði partabrævið 733 norskar krónur og í morgun kostar tað 735,50 norskar krónur.
Tað hoyrir við til søguna, at alivinnan beinanvegin tá ætlanirnar um tøkugjaldið gjørdust almennar kunnaði marknaðin um tær, og tí er hugsandi, at íleggjarar longu hava lagt upp fyri avleiðingunum av gjaldinum.
Tað er nakað síðani, at tað kom fram um ætlanirnar hjá føroyskum politikarum at leggja gjald á føroysku alivinnuna, men hóast tað hava íleggjarar so mikið gott álit á føroysku alifyritøkuni, at kursurin á partabrævinum hjá Bakkafrosti hevur verið í uppgangandi trendi síðani í septembur í fjør og í dag ikki er so langt frá tí hægsta nakrantíð, sum var beint undir 800 krónum á heysti í 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo