Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing fyri 2022.

Ársfrágreiðingin kann lesast her.

Í partinum Lønir til løgmann og landsstýrisfólk skrivar Landsgrannskoðanin millum annað:

Tá ið løgmaður ella landsstýrisfólk tekur við, skal viðkomandi, sambært § 9, stk. 1, í Ll. nr. 10/1993, vanliga siga størv í almennari tænastu ella privatum virkjum frá sær.

Landsstýrisfólk kann tó í hendinga førum, við samtykki løgmans, halda fram í tílíkum størvum.

Løgmaður boðar Løgtinginum frá, hvørji størv avvarðandi landsstýrisfólk framvegis hevur loyvi at røkja.

Tá ið landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, tók við 22. desember 2022, røkti hann fulltíðarstarv sum námslektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Dennis Holm fór í farloyvi úr starvinum á Fróðskaparsetrinum 7. januar 2023; hann var tí í almennari tænastu, samstundis sum hann var landsstýrismaður hetta tíðarskeiðið.

Spurd, hevur Løgmansskrivstovan í august 2023 svarað, at landsstýrismaðurin hevur upplýst, at hann segði Fróðskaparsetrinum frá beinanvegin 22. desember 2022, at hann fór úr starvi.

Løgmansskrivstovan tekur hesa frágreiðing frá landsstýrismanninum til eftirtektar, og hevur ikki aðrar viðmerkingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo