Amerikanski rokkarin Iggy Pop hevur fingið Polar Music Pize 2022.
Prísurin var fyrstu ferðlatin í 1992, og er stovnaður av svenska sangteksthøvundanum og musikkforleggjaranum Stikkan Andersson, best kendur fyri sítt samstarv við ABBA.
– Eg gleði meg til at fara til Stokkhólm og taka ímóti prísinum, sigur Iggy Pop.
Prísurin hevur fingið navn eftir plátufelagnum hjá Anderson, Polar Records International. Latnar verða 1 millión svenskar krónur til ein ella fleiri tónleikarar av altjóða týdningi, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo