Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Klaksvík: Veðrið var av tí fagrasta, og karmarnir til handanina av Ársins Rósu 2019 vóru sera góðir, tá ið jólamennirnir komu við jólaskipinum til Klaksvíkar í gjár.

Sigast kann, at nýggi miðbýurin í Klaksvík vísti seg frá síni bestu síðu, tá ið Ársins Rósa fyri 16 ferð varð handað á sjálvari skoytubreytini.

Ársins Rósa 2019 gjørdist Thom Jakobsen, sum í heili 25 ár hevur verið ein sera trúfastur stuðul hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, har hann heilhjartað hevur virkað fyri felagsskapinum og trivnaðinum í KÍ.

Í røðu síni fyri Thom segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, millum annað soleiðis: "Vit hava tosað við venjarar og onnur hjálparfólk kring KÍ, og tey siga øll við ein munn, at tað verður ringt at finna ein so heilhjartaðan mann, sum ger so nógv fyri felagsskapin og trivnaðin í KÍ.

Saman við konuni, sum stuðlar honum ómetaliga væl, bjóðar hann javnan øllum KÍ-hópinum heim til sín sjálvs til eina góða máltíð aftur við góðum samfelag - alt fyri at styrkja samanhaldið og trivnaðin í felagnum.

Víðari verður greitt frá, at "hann hevur eitt óvanliga stórt og sjálvuppoffrandi hjartalag fyri øðrum menniskjum, og hetta kemur m.a. til sjóndar í, at hann ber fisk og annan mat til fólk fyri at lívga og gleða tey, og tað sama ger hann fyri útlendingar, sum koma til Klaksvíkar at starvast og búgva".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo