Eftir tveir góðar festivaldagar er tann drúgvasti dagurin nú fyri framman á Summar Festivalinum. Í dag vera 16 konsertir á teimum trimum pallunum – á Vágbø, á Torginum og í Tjaldinum – og harafturat verður eisini undirhald og sangframførslur í Silvalandi.
Tveir útlendskir bólkar spæla á stóra palli í dag. Klokkan 21:00 fer Chris Norman, sum var upprunligi sangarin í Smokie, at hava konsert, og á midnátt spælir poppbólkurin Nico & Vinz.
Í kvøld ber eisini til at hoyra føroyskar bólkar og solistar sum Moirae, Samsint, Rana Nolsøe, Magna Christiansen, Herborg Torkilsdóttir og Lindu Andrews.
Dagsins fyrsta konsert á Summar Festivalinum verður við Mark The Messenger í Tjaldinum kl. 16.00. Tann seinasta konsertin verður í Tjaldinum kl. 03.00 við Danny & The Veetos.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo