Vælumtóktu jólakonsertirnar Bach Í Kertuljósi í Kirkjubø vóru avlýstar bæði í fjør og fyrraárið vegna koronu. Mong hørm um hetta, tí konsertin er vorðin ein partur av jólahugnaðum í Suðurstreymi, upplýsir ein av fyriskiparunum, Jóhan Mortensen.
- Men í ár verður konsertin so aftur á skránni og við tveimum av okkara bestu songkvinnum Biritu Adele Davidsen og Biritu Poulsen sum solistar, sigur Jóhan.
Konsertin verður mikukvøldið 7. desembur. Seinni í mánaðinum kemur meira kunning um skránna og leikarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo