Kristni rockbólkurin I AM hevur ikki spælt á konsert í næstan 10 ár, men nú gera teir comeback við framførslu á ársins Summar Festivali.
Bólkurin var stovnaður í Klaksvík og hevði fleiri hitt um aldarsskiftið. Teirra melodiøsi – og ofta rockkendi – tónleikur fangaði eina stóra áhoyrarafjøld í Føroyum, og við góðum live-framførslum megnaðu teir at vinna nógv hjørtu.
I AM venur hesa vikuna fram ímóti framførsluni, sum verður á Vágsbøi leygardagin kl. 18.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo