![I AM](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/9/0/csm_I_AM_b5c277cc2d.png)
![I AM](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/9/0/csm_I_AM_b5c277cc2d.png)
Bólkurin I AM hevur tikið upp videolag av sanginum Wait, sum Birgir Sigurðsson, Eyðbjørn Jacobsen, Arni Zachariassen, hava skrivað og var við á seinnu fløguni hjá teimum.
Teir siga, at teir vilja vísa støðuna, sum heimurin er í, við sóttarhaldi og fjarstøðu.
Upptøkurnar eru gjørdar í eini bingju.
Teir skuldu framføra á Voxbotn, men ístaðin so kunnu vit vanta nøkur videoløg frá teimum, tí teir hava gjørt upptøkur í summar.
Hugskot og upptøkur og viðgerð: eydbii
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo