BirkBlogg: Í dag hitti eg kanadiska Joshua Green, sum er úr New Brunswick á kanadisku eysturstrondini, beint innanfyri Prince Edward Island og sunnanfyri Nýfundland. Sjálvur hevur hann búð í St. John’s og eisini í Føroyum eitt skifti í 2011, tá hann fekk Sprotan áhugaðan í at geva út Music-making in the Faroes (2013).
Eftir at hava tosað við tónleikarar í Runavík og í Studio Bloch, vildi Joshua í dag tosa við meg um countrytónleik í Føroyum, upprunan til dansiorkestur á bygd og í bý, um ølklubbar í Havn, og um Útvarpið og tónleikasendingar har.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo