Á heimasíðuni hjá G! Festivalinum er ein mynd almannakunngjørt, har fleiri fólk hugna sær í heita pottinum.
Myndin er løgd út saman við greinini: G! 2018 lakkar móti endanum
Á myndini síggja vit millum annað næstformannin í KVF-stýrinum Katrin Petersen, og eisini nógv umrødda fyrrverandi tíðindaleiðaran í Kringvarpinum.
Katrin Petersen segði millum annað í samrøðu við IN.FO, tá ið hon kravdi KVF-stýrið saman í sambandi við teldupostmálið, og vit endurgeva orðarætt:
- Stjórin eigur at styrkja og verja um trúvirðið hjá Kringvarpinum, men ger tað øvugta í hesum førinum, segði Katrin Petersen við IN.FO.
Og vit spyrja næstformannin, sum kallaði KVF-stýrið saman fyri at bjarga trúvirðinum hjá stovninum, er trúvirðið nú komið í pottin?
Verður so innkallað til nýggjan stýrisfund, har staðfest verður, at nú er trúvirðið komið í pottin, komið upp á pláss?
ólavur
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo