Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkaheilsustýrið: Ein nýggj frágreiðing hjá OECD verður almannakunngjørd í morgin 17. oktober. Frágreiðingin eitur “How to make societies thrive? Coordinating approaches to promote well-being and mental health”.  

Í frágreiðingini verður ABC fyri sálarliga heilsu umrøtt sum eitt “best practice” dømi um, hvussu ber til at arbeiða við sálarligari heilsu á samfelagsstigi. Frágreiðingin kemur bæði inn á royndir úr Føroyum og øðrum ABC londum. Ein av luttakarunum á tiltakinum er stovnarin av ABC fyri sálarliga heilsu, Robert Donovan.

ABC fyri sálarliga heilsu er eitt átak, ið er grundað á gransking og arbeiðir fyri at styrkja og fremja sálarliga heilsu á einstaklinga-, bólka- og samfelagsstigi.

Frágreiðingin verður løgd fram á Zoom 17. oktober kl.12.00-13.30. Tiltakið er alment og til ber at lesa um tiltakið og skráseta seg her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo