BirkBloggur: Móðurmálsvirðislønin verður aftur í ár handað á føðingardegi V. U. Hammershaimbs, sum er 25. mars. Tá verður Móðurmálsdagurin hildin í Løkshøll í Runavík frá kl 13:00-16:00, har Málráðið, Mentamálaráðið, Nám, Sosialurin og Móðurmálslærarafelagið skipa fyri. Virðislønin er 25.000 kr.
Málráðið hevur valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin í ár. Evnið verður lýst í fimm stuttum fyrilestrum.
- Við at seta sjóneykuna á yrkismál, vísir Málráðið á týdningin á øllum økjum at hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti og øllum tí, sum fólk fáast við í sínum yrki, verður sagt á heimasíðuni hjá Málráðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo