Ríðisambandið: Sjáldan um nakrantíð hevur tað verið so stórur spenningur undan einari kappríðing. Tvey ross skula í dag avgerða hvør av teimum skal vinna FM og við tí loyva vinnandi reiðfólkinum at ríða fremst í ólavsøkuskrúðgonguni komandi ár.
Rossini ið kappast um FM eru Bragi av Eiði og Óðin úr Havn. Reiðmaður á Braga er Alberg Lútzen og á Óðin er tað Silja G. Eystberg. Bæði reiðfólkini eru úr Havn, tey eru eisini nærmastu skyldfólk. Tey hava bæði vunnið hvør sínar tvær FM kappingar í ár og undan kappingini í dag er Óðin á odda við 23 stigum, Bragi hevur 22 stig. Stigaskipanin er tó soleiðis at um rossini eru jøvn í stigum, er tað tann sum er fremst á seinastu kappingini ið vinnur FM. Hesi bæði rossini eru paraði í seinasta riðlinum á degnum, sum sostatt verður ein rein FM finala.
Kappingin verður við flúgvarbedingina í Vágum kl 14 í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo