Eyðstein Zachariasen á Facebook: Á býráðsfundi í mai 2023 samtykti býráðið í Sunda Kommunu at geva Bústaðir loyvi at byggja sjey íbúðir í Streymnesi. Talan var um eina verkætlan, ið eg sum býráðslimur í Sunda Kommunu og borgari í Streymnesi við spenningi havi sæð fram til, tí talan er um fyrstu íbúðarverkætlan av hesum slag í heimbygdini.
Nú eitt ár seinni, mai 2024, standa íbúðirnar lidnar, men tómar. Eg ringdi til Bústaðir í farnu viku og spurdi nær fólk kundu væntast flyta inn í grannalagið hjá okkum. Svarið í telefonini var, at tey høvdu verið gjøgnum øll fólkini á bíðilistanum, omanfyri 250 fólk, men eingin áhugi var at leiga íbúðirnar, og tí stóð verkætlanin í løtuni í einari bíðistøðu.
Hetta er so langt burtur frá veruleikanum, sum til ber at koma. Sanniliga er áhugi frá fólki at leiga íbúðirnar í Streymnesi, og her er heilt fantastiskt at vera, men máti skal vera við.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo