Tá samgongan varð skipað fyri tveimum árum síðan, koma m.a. at standa í samgonguskjalinum, at ”í politiska arbeiðinum verða lógarbroytingar bert gjørdar, um semja er millum samgonguflokkarnar.”
Nú kjak hevur tikið seg upp í samband við ávíst mál, ið andstøðan hevur lagt fram, hava røddir, einamest innan sambandsflokkin, harmast um, at tingmenn ikki kunnu atkvøða sambært teirra sannføring – tá talan er um sokallaði etisk mál.
Við atliti til aktuella málið, harmast formaður sambandsfloksins um orðingina í samgonguskjalinum, sum eftir hansara tykki, er ein forðing fyri at tingmenn kunnu atkvøða sambært egnu sannføring – frælsið er skert.
Men ein kann so spyrja seg sjálvan: Hví skal hetta frælsi, bert fevna sokallaði etisk mál?
Hví kann tað ikki eisini standa samgongu tingmonnum frítt, at atkvøða sambært teirra sannføring í øðrum málum.?
T.d. tá andstøðan kemur við skilagóðum uppskotum innan almanna-og heilsuøkið - at bøta um støðu teirra veiku og sjúku?
Er tað ikki etikkur?
Og hví ikki, tá andstøðan kemur við skilagóðum uppskoti, sum er umhvørvinum og komandi ættarliði at gagni?
Er tað ikki etikkur?
Ella skilagóð uppskot frá andstøðuni at bøta um bústaðarmøguleikar teirra, ið ikki hava tak yvir høvdið?
Er tað ikki etikkur? Soleiðis kundi ein hildið á.
Tað stendur jú í Stýrisskipanarlógini § 23, at ”Løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum.”
Her stendur einki um, at frælsi tingmanna er avmarkað til ávís mál!
Nú tað er á ljóði, at einstakur tingmaður sambandsfloksins ætlar at víkja frá avtaluni í samgonguskjalinum – grundað á “mína sannføring” – kann tað tá hugsast, at logiska avleiðingin av tí verður, at aðrir tingmenn í samgonguni fara at atkvøða sambært “mína sannføring”, í øðrum málum, sum koma frá andstøðuni?
Kanka ikki óhugsandi, tí sum sagt, “Løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni..” - og so kann samgonguskjal vera samgonguskjal!
Ella hvat??
Eiði, tann 28. september 2021
Tordur J. Niclasen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo