BirkBlogg: Tveir frálíkir dagar, har allir fólkaskúlalærarar fingu høvið at møtast í ein dag, uttan at verða trektir í løn og við øllum útreiðslum goldnum. Sjálvt maturin var so mobilur, at tú kundi ganga við honum í hondini, og seta teg har tú vildi í rúmliga Norðurlandahúsinum.
Tað at møta starvsfeløgum í konsentreraðum fakligum høpi er framúr. At fyrilestrarnir eru góðir og viðkomandi, ger baksýnið ikki verri. Allarstørst er sannkenningin av, at vit eiga fyrilestrarhaldarar, sum á móðurmálinum og úr heimligum jørðildi kunnu leggja fram faklig virði fyri so stórari mannfjøld sum øllum teim føroyskum fólkaskúlalærarum. Tað er fleirfalt frálíkt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo