Filmsfelagið: Við 11 ára aldursmarki fer Filmsfelagið nú at vísa eina av heimsins kendastu holocaust søgum, hana um Onnu Frank, sum er gjørd á ein heilt nýggjan hátt. Sýningin er í Havnar Bio, og tað er Oscartilnevndi ísraelski leikstjórin, Ari Folman, ið gjørdi Waltz with Bashir, sum Filmsfelagið eisini vísti, ið nú hevur gjørt søguna um Onnu Frank til animatiónsfilm í fullari spælifilmslongd.
Foreldrini hjá Folman vórðu send til Auschwitz við sama toki sum Anna Frank.
- Eg vóni, at eg fái høvið at siga tær alt tað, ið eg ongantíð havi sagt nøkrum øðrum, skrivaði trettan ára gamla Anna Frank í 1942 til upphugsaðu vinkonuna, Kitty, sum hon ognaði dagbókina.
Tað er kvøld í Amsterdam, og vit eru á okkara døgum. Hin reyðhærda Kitty tekur seg úr skorpuni á stadnaða blekkinum í væl goymdu dagbókini í minnissavninum hjá Onnu Frank.
- Hvar ert tú, spyr Kitty, tá hon eftir at hava leitið eftir kenda navninum og søguni, men kortini ikki finnur hana nakrastaðni í dagsins Evropa. - Hvar er Anna Frank?
Sannførd, um at Anna Frank er at finna onkustaðni úti í Evropa, fer Kitty at leita eftir vinkonuni. Á ferðini fær hon nýggjar vinir, upplivir gandakendar løtur og verður mint á, hví søgan hjá Onnu Frank enn hevur gildi og týdning, 80 ár eftir at ein trettan ára gomul genta skrivaði hana.
Ari Folman hevur gjørt ein fagnaðan familjufilm, sum við kendu dagbókini í hondini, førir okkum kærleiksfult inn í flóttalegur, har Kitty spyr, um tey hava sæð Onnu Frank. Ein nemandi filmur um tann órætt, allir flóttar eru fyri.
Londini, ið standa saman um nýggja Holocaust filmin eru Ísrael, Niðurlond, Frakland, Luksemborg og Belgia.
Skúlasýningar kunnu fyriskipast.
28/9 Hvar er Anna Frank? (Ari Folman Ísrael 2021 99 min)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo