Nú fíggjarlógin bleiv løgd fram, so situr man við einari løgnari kenslu.
Eru hetta somu fólkini, ið leggja hesa fíggjarlógina fram, ið vit hoyrdu áðrenn valið?
Tey, ið brúktu meginpartin av seinasta valskeiði at kritisera fíggjarpolitikkin hjá seinastu samgongu, og síðan komu við gyltum lyftum til valið.
Tá undanfarna samgonga legði sína seinastu fíggjarlóg fram fyri valið, so var kritikkurin øgiligur.
Tá bóru hesir flokkar fram, at:
- Yvirskotið var ov lítið
- Útreiðslurnar ov høgar
- Skattalættin var ikki góður nokk
Nú tey leggja sína fíggjarlóg fram, so er støðan tann, at:
- Yvirskot farnu árini er blivið til undirskot
- Útreiðslurnar eru enn ov høgar
- Ongin skattalætti
Man hómar onga politiska kós viðvíkjandi, hvussu borgarar skulu fáa ein fíggjarliga lættari gerandisdag umvegis ein skattalætta.
Dýru vallyftini um bíligari gerandisvørur og styttri arbeiðsviku eru ei heldur at síggja.
Heldur síggja vit, at plenuklipparin er tikin fram, og man ætlar at fremja smáar sparingar, ið raka meint hjá summum av okkara borgarum og smærri vinnurekandi, heldur enn veruligar nýskipanir, ið minka um útreiðslurnar og betra um haldførið.
Tað einasta, ið semja helst er um er, at vinnan skal gjalda meir og gerast minni kappingarfør, og tískil eisini minni før fyri at veksa um okkara búskap, ið er grundarlagið undir vælferð okkara.
Er tað veruliga einasta kósin, ið man kann semjast um í samgonguni?
Ikki eingongd, hvussu vit kunnu lætta um gerandisdagin hjá okkara borgarum?
Tað er ikki gott nokk.
Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo