Ósvart: Hvussu hita vit húsini í framtíðini? Er tað upp til hvønn einstakan ella skulu vit hava ein upphitingarpolitikk?
Um vit skulu læra av dønum, fara landið og kommunurnar at gera yvirskipaðar ætlanir fyri, hvussu vit skulu hita okkum húsini. Og í ætlanini hjá dønum – Varmeplan Danmark 2021 - standa orkusparing og meira fjarhiti fremst.
Tveir danskir serfrøðingar innan orkuplanlegging og fjarhita koma á orkuráðstevnuna Ósvart í Norðurlandahúsinum hósdagin og fríggjadagin. Tað er Tórshavnar Kommuna, sum skipar fyri.
Steffen Nielsen, lektari í orkuplanlegging á Aalborg Universitet sigur, at sjálvandi er stórur munur á londunum báðum, og at tað tí er áhugavert fyri hann at læra seg meira um føroyskar royndir og avbjóðingar. Sjálvur fer hann at greiða frá donsku yvirskipaðu ætlanini og seta hana í samband við føroysk viðurskifti.
Tránýta allan hita til fjarhita
Fyrst á breddanum í yvirskipaðu donsku hitaætlanini stendur orkusparing. Neyðugt er at finna javnvágina ímillum orkusparandi bygging og íløgur í varandi orku. Ein annar høvuðsboðskapur í donsku hitaætlanini er at breiða fjarhitaskipanir út um landið, har tað yvirhøvur er gjørligt. Og har tað ikki er gjørligt, at nýta hitapumpur. Eitt av málunum er at halda talinum av vindmyllum so lágt sum gjørligt.
Hin danski serfrøðingurin er Jesper Koch, greiningarstjóri hjá Dansk Fjernvarme, felagnum hjá donsku fjarhitaveitarunum. Hann fer millum annað at tosa um, hvussu danir hava kýtt seg at finna allan spillhita frá fyritøkum og øðrum og nýta hann til upphiting.
Jesper Koch og Steffen Nielsen fara eisini at luttaka í pallborðskjaki saman við Hákun Djurhuus, stjóra í SEV, Kára Mortensen, deildarleiðara á Orku, Umhvørvisstovan, Boga Bech, stjóra fyri talgilding í donsku orkufyritøkuni Ørsted, Helga Abrahamsen, sum sum landsstýrismaður tók stig til verandi orkupolitikkin, og Bjørg Dam, forkvinnu fyri Nátturu- og Umhvørvisnevndina hjá Tórshavnar kommunu. Katrin Petersen verður orðstýrari.
Tað er hósdagin á Ósvart, at evnið orkuplanlegging er á skránni. Øll skráin er at finna á heimasíðunum www.torshavn.fo og www.nlh.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo