Í morgin 18. desember kl. 12:00 fer ein spennandi verkætlan av bakkastokki. Tá verður heimasíðan hulda.fo latin upp, og alt føroyafólk fær høvið at hitta Huldu á fyrsta sinni.
Til ber eisini at fylgja við á bæði facebook og á Instagram.
Tá Hulda letur dyrna upp, sleppur tú inn á ein nýggjan talgildan pall, har Hulda fer at bjóða eina rundvísing og geva tær innlit í alla verkætlanina hulda.fo. har tað eisini verður brúk fyri tínum ískoyti.
Vit hava øll hoyrt søguna um risan og kellingina ella kópakonuna, og kring Føroyaland eru hópin av øðrum søgum, sagnum og fólkaævintýrum, ið hava liva á fólkamunni í øldir, men sum nú eru við at hvørva.
Hesar søgur og sagnir ynskir hulda.fo at varpa ljós á, kortleggja, menna og varðveita á einum og sama stað.
Tess meira tilfar kemur inn á heimasíðuna, tess fleiri søgur kunnu miðlast útaftur, men hvussu tú kanst geva títt íkast til hesa innsavning, lýsa vit nærri í morgin kl.12:00, tá verkætlanin verður latin upp.
Tú kanst telja niður, saman við Huldu á facebook (www.facebook.com/hulda.fo) og instagram (www.instagram.com/hulda.fo).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo