Politiið var mannsterkt til staðar í Leirvík síðstu nátt, tí onkur hótti við at brúka skotvápn.
VP frættir, at øki vóru avbyrgd, fólk fingu boð um at halda seg innandura og at sløkkja ljósið.
Politiið váttar tilburðin, men vil fyribils ikki siga meira. Víst verður til eitt tíðindaskriv, sum tey har arbeiða við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo