FSF: Føroyska A-landsliðið við kvinnum hevur tveir dystir eftir at spæla í verandi EM-undankapping. Fyrri dysturin verður á heimavølli fríggjadagin 12. juli, tá Montenegro kemur á vitjan á Tórsvølli, og seinni dysturin er á útivølli móti Andorra týsdagin 16. juli.
Av teimum 22, ið landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen hevur boðsent til komandi uppgávur, eru tvær, ið ikki hava verið partur av A-landsliðnum áður. Talan er um Gunnvá Lützen úr HB, og Onnu Carolinu Brændstrup, ið spælir fyri HB Køge í Danmark.
Tær eru tó ikki heilt ókendar í føroyskum landsliðsfótbólti. Gunnvá Lützen er skrásett fyri trettan U19 landsdystir, fimm U17 landsdystir, og tveir U15 landsdystir, meðan Anna Carolina Brændstrup hevur spælt sjey U19 landsdystir fyri Føroyar, og hevur skorað fýra mál.
Hópurin
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Rebekka Fjallsá Benbakoura, GPO (Grikkaland)
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Sunniva Willemoes, HB Tórshavn
Fridrikka Clementsen, HB Tórshavn
Gunnvá Lutzen, HB Tórshavn
Durita Hummeland, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Malena Olsen, KÍ Klaksvík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Julia Naomi Mortensen, NSÍ Runavík
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Lea Lisberg, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Undan síðstu dystunum í bólkinum eru Montenegro og Grikkaland fremst við 10 stigum í part. Føroyar eru nummar 3 við trimum stigum, og aftast er Andorra við ongum stigi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo