Tónleikarin Holgar Jacobsen gevur sítt næsta staklag Glóðin út í dag, og hevur ætlanir um at fáa tvey løg út afturat í ár.
Hetta er ein verkætlan, har Holgar ætlar at samla eini 10 løg á eina LP plátu.
Manningin á hesum lagnum er Jóan Jakku Guttesen, bass og kór, Dánjal Tavsen, tangentar, Høgni Klakkstein, trummur og Holgar Jacobsen, gittar og sang.
Uupptøkurnar eru gjórdar í Klaksvík og Sørvági.
Lagt til rættis hevur Holgar Jacobsen og miksað og mastrað hevur Dánjal Tavsen.
Tað er Tutl, ið gevur út.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo