Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur brúkt 7 mánaðar at finna eina loysn.
Millum mongu tómu endurtakandi lyftini hava verið:
-
Nú skal finnast ein loysn!
-
Nú skal ein broyting koma!!
-
Nú er ein loysn á veg!
-
Nú er arbeiðið lagt fyri politiska myndugleikan!
Nú hava vit 10. november og Høgni Hoydal hevur bara enn einaferð prógvað, at tað einasta, hann er garantur fyri, er heit luft.
Ein áheitan skal ljóða frá okkum á samgonguna, áðrenn alt fer fullstendiga út av kós í samfelagnum:
Vælsignaðu tit, leggið frá tykkum!
Í hesum døgum prógva tit ferð eftir ferð fyri Føroya fólki, at tit eru ikki uppgávuna búgvin - tit megna ikki at taka neyðugu avgerðirnar!
Nevndin í Unga Samband
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo