HSF: Hjalti Mohr Jacobsen er settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum. Hann tekur við eftir Julian Johansen, sum steðgaði eftir HM-undankappingardystirnar móti Norðurmakedonia, tá tíðin ikki rakk til starvið.
Hjalti Mohr Jacobsen er 38-ára gamal og hevur hann venjararoyndir frá Kyndli, har hann m.a. hevur vant mansliðið seinasta kappingarár. Hjalti hevur eisini staðið á odda fyri U04 landsliðnum saman við Djóna Gaard Joensen, og hava teir ført liðið til trý endaspøl. Sáttmálaskeiðið hjá Hjalta er galdandi fyri komandi EM-undankappingina og eitt møguligt endaspæl.
A-landsliðið hjá monnum skal eisini hava nýggjan liðleiðara, tá Jóngerð Nielsen hevur takkað fyri seg, eftir at hon hevur staðið fyri praktisku uppgávunum kring liðið seinastu fimm árini.
Næsta uppgávan hjá A-landsliðnum hjá monnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Peter Bredsdorff-Larsen, høvuðsvenjara, verður EM26-undankappingin, sum byrjar í november, tá Føroyar møta Kosovo á heimavølli og Ukraina á útivølli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo