Loyniliga junkielívið hjá Hitler: - Hann hevði einki vidundurvápn. Hann hevði vidundurrús.
Hitler helt seg og Tí triðja ríkinum ígongd við rúsevnum.
Triðja ríkið var høgt við rúsevnum. Tað sama var Adolf Hitler.
Annar heimsbardagi og stjórnartíðin hjá nazistunum er eitt tað mest granskaða og umtalaða tíðarskeiði í heimssøguni. Ein partur av søguni er tó minni umtalaður enn hitt.
Nevniliga at bæði Hitler og nógv í teimum týsku herdeildunum vóru sterkt rúsaði av rúsevnum.
Diktatorurin Adolf Hitler var helst ringastur av teim øllum, og missnýtti eina røð av rúsevnum. Missnýtsla hansara var í hæddini undir Seinna heimsbardaga.
Hetta avdúkar rithøvundurin Norman Ohler í bókini: “Der Totale Raush” – hin tolaið rúsurin. Á enskum hevur bókin fingið tittuliin “Blitzed: Drugs in Nazi Germany”, og sjáldsama søgan hjá tí týska rithøvundinum um misnýtsluna hjá diktatorinum, leiðarunum og hermonnunum í tí Triðja ríkinum er ein søga heimurin ikki fær nokk av.
Bókin hevur ligið ovast á sølulistunum í Bretlandi og Týsklandi, og verður nú útgivin í USA. Hon sigur søguna um eina tjóð sum fann mót og krígshuga í kemiskum evnum.
Hitler speed
Partar av misnýtsluni kunnu helst greinast við lívlæknanum hjá Hitler, Theodor Morell. Í bókini “War Hitler Krank?” (“Var Hitler sjúkur?”), skrivar søgumaðurin Henrik Ebrle og Hans Joachim Neumann at Morell og Hitler gjøgnum stjórnartíðina frá 1933 til 1945 royndu heili 82 ymiskar rúsandi heilivágir. Hetta skrivar Dagbladet.no.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo