Í dag hevur alifyritøkan Hiddenfjord fingið tvíkiljuna Tvørfelli, sum KJ Hydraulik í Fuglafirði hevur smíðað.
Hetta er onnur tvíkiljan í ár, sum er latin Hiddenfjord.
Tvíkiljan Tvørfelli er 16x8 metrar, og er betri útgjørd enn hinar tvíkiljurnar við tað at hon hevur tveir kranar og eisini síðuskrúvur bæði aftan og framman.
Motorarnir til framdrift eru tvær ferðir 500 hk Volvo Penta; hjálpimotorur er ein Volvo Penta 239 kW.
Til at betra um arbeiðsumstøður og trivnaði hjá manningini er nógv gjørt burturúr ljóðbjálving av maskinaríðnum og hydraulikkinum.
Nýggja tvíkiljan skal brúkast á Velbastað.
Myndir: Ólavur Frederiksen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo