Tann árliga Heystkonsertin hjá Musikkskúlanum í Vágum verður í ár í Miðvágs Kirkju í morgin týsdagin 23. november kl. 1700.
Luttakarar eru nakrir av eldru næmingunum í Musikkskúlanum í Vágum. Næmingabólkurin Supermív fer eisini at spæla tvey løg.
Solistur á konsertini er Mary á Presttrøðni sum fer at spæla verkið Rasalka´s Song To The Moon eftir tónaskaldið Antonin Dvorák.
Klaverfylgispælið hevur Holgar Johannesen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo