Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vitjandi á fleiri stórum og kendum jólamarknaðum í Evropa og í USA mugu brynja seg við toli og finna seg í, at trygdartiltøkini eru munandi strangari og meira tíðarkrevjandi enn vanligt hevur verið.

Tað skrivar Travel Trade Outbound Scandinavia

Orsøkin er vandin fyri yvirgangi.

Tað var um hesa tíðina í fjør at ein lastbilur við nógvari ferð rendi á vitjandi á stóra og nógv vitjaða jólamarknaðinum í Berlin. Tá doyðu 12 fólk og 56 fingu skaða.

Í Evropa eru tað serliga marknaðir í Týsklandi, Fraklandi, Italia, Eysturríki, Danmark og í Niðurlondum sum roknast kann við fara at hava herd trygdartiltøk, men eisini í USA  kann roknast við tí sama. Og hyggjuráðini eru at hava eyguni við sær, brynja seg við toli og annars fylgja leiðbeiningini frá myndugleikunum, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo