Kendi rockbólkurin Seventeen hevði konsert tá ið flóðaldan kom og reisti seg inn yvir strondina.
Upptøkan vísur at tónleikararnir verða tiknir av pallinum. Fleiri teirra eru saknaðir ella deyðir.
Sangarin Riefian Fajarsyah, sum er nógv ávirkaður, sigur í uppdatering á Instagram at bassleikarin og fyriskiparin doyðu. Tríggir aðrir limir eru saknaðir, og eisini kona hansara.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo