Sokallaði PEP listin fyri Føroyar er til taks á heimasíðuni hjá Fíggjareftirlitinum, tað upplýsir Skráseting Føroya.
Tey sum eru umfatað av hvítvasklógini skulu vita, um viðskiftafólkini eru politiskt útsettir persónar, og tað ber til at staðfesta á listanum.
Á listanum eru umframt øll løgtings- og landsstýrisfólk eisini fólk í umsitingini annars og leiðslan í almennum stovnum og fyritøkum.
Síðani seinastu dagføring er Bjørgfríð Ludvig, fyribilssettur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, komin afturat.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo