VP hevur fingið lutvíst innlit í frágreiðingina um russiskar kvotur, russiska veiðu og um- og uppskipingar í føroyskum havnum í 2021.
Í frágreiðandi teksti til frágreiðingina skrivar Samferðslu- og Fiskimálaráðið, at í frágreiðingini á s. 8-9 verður víst til samlaðu um- og uppskipaðu nøgdirnar hjá russiskum skipum í føroyskum havnum í 2021, býtt á fiskasløg. Samlaða nøgdin er 355.000 tons.
- Á heimasíðuni hjá Vørn eru um- og uppskipaðu nøgdirnar hjá russiskum skipum í 2021 gjørdar upp til góð 347.000 tons. Eitt lítið frávik er sostatt millum talið í frágreiðingini og talið á heimasíðuni hjá Vørn.
- Orsøkin til frávikið er m.a., at í frágreiðingini verða um- og uppskipaðu nøgdirnar samanbornar við samlaðu veiðutølini hjá russiskum skipum í Norðuratlantshavi.
- Veiðitølini eru í rundari vekt, og fyri at geva eina neyvari mynd av um- og uppskipaðu nøgdunum, samanborið við samlaðu veiðuna, eru um- og uppskipaðu nøgdirnar í frágreiðingini umroknaðar til runda vekt.
- Talan er um viðgerð av rádata, og í frágreiðingini er tikið eitt fyrivarni fyri smávegis skeivleikum í tølunum.
Serligt viðvíkjandi kongafiski
- Eftir at frágreiðingin var liðug, er Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið komið eftir, at talið í frágreiðingini fyri um- og uppskipaða nøgd av kongafiski í 2021 er ov høgt. Ein rættleiðing er borin teimum, sum hava fingið frágreiðingina.
- Umskipaða nøgdin av kongafiski í 2021 [í produktvekt] er 2.202 tons. Umroknað til runda vekt, er nøgdin áleið 3.500 tons, og ikki 6.000 tons, sum tað framgongur av yvirlitinum á s. 8 í frágreiðingini.
- Gjørt verður samstundis vart við, at rættingin viðvíkjandi kongafiski ikki broytir niðurstøðurnar á s. 9 í frágreiðingini, har víst verður á økt virksemi av kongafiski í føroyskum havnum í 2022, sammett við undanfarin ár.
Viðvíkjandi útstrikaðu brotunum, verður sagt, at brotini, sum ikki eru útflýggjað í hjálagda skjali, innihalda upplýsingar um samráðingarstøðu Føroya, umframt veruligar upplýsingar, sum eru grundarlag undir samráðingarstøðuni.
- Útflýggjan av teimum upplýsingum, sum í hjálagda skjali eru útstrikaðar, hevði 1) verið til ógagns fyri føroysku samráðingarstøðuna í samráðingum við onnur lond og 2) elvt til nærliggjandi vanda fyri týðandi skaða fyri uttanríkispolitisku áhugamál Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo