Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

- At seta verkætlanina Biskupsstøðgarðin undir skuggan av einum stórum bygningi, sum fyllir alt økið á staðnum, gevur onga meining

- At seta verkætlanina Biskupsstøðgarðin undir skuggan av einum stórum bygningi, sum fyllir alt økið á staðnum, gevur onga meining

- At seta verkætlanina Biskupsstøðgarðin undir skuggan av einum stórum bygningi, sum fyllir alt økið á staðnum, gevur onga meining

Ferðavinnan er skjótast vaksandi vinna í heiminum mongu seinastu árini.

Áhugaverdi parturin fyri føroyingar eru ferðafólkini, sum vilja hoyra um sagnir, søgu og síggja náttúru.

Sum støðan er í dag, er Klaksvík ikki til reiðar at taka ímóti hesi avbjóðing.

Her mangla tilboð bæði til føroyingar og ferðafólk.

Tiltøk eru tó undir fyrireikan, og at tað loysir seg, tað er Kópakonan í Mikladali eitt talandi dømi um, ein sólskinssøga úr Kallsoynni.

Í hesum døgum hava menn stovnað áhugabólk og vilja grava fornu toftirnar fram uppi á Grundum (Skalvalopini). Hugsast kann, at eftir kanningar og útgrevstur, verður býlingurin endurreistur og kann soleiðis økja um søguligu tilboðini.

Við íblástri frá hesum og øðrum kann Norðoya Fornminnissavn økja um sín leiklut og taka lut í hesum tilboðum.

Áhugafelagið Nólsoyar Páll fer ein av fyrstu døgunum at søkja um at fá søguliga økið niðri á Biskupsstøð vestureftir ímóti Ósánni sum eitt «Søguligt varðveitingarøki».

Ætlanin er at halda fram við verkætlanini kring hús Nólsoyar Páls.

Gøtan fram við fjøruni heldur fram við brúgv yvir um Ósánna til handilskjarnan undir íbúðunum, og síðani er ætlanin at endurbyggja aldargomlu neystini.

Stórt steinsett torg verður gjørt á staðnum, hetta loysir upp fyri plássi hjá brúkarum kring økið. Vælt verður um Biskupsstøðina við timbri, eins og Tingstøðin verður endurbygd.

Hetta samlar fólk og skapar trivna á økinum. Bert manglandi hugsjón gevur hesum avmarkingar.

At seta verkætlanina Biskupsstøðgarðin undir skuggan av einum stórum bygningi, sum fyllir alt økið á staðnum, gevur onga meining.

Tíðliga í miðøld ella fyrr stóðu neyst, ið hoyrdu til Gerðar, á hesum øki. Her var Tingstøðin, har fólk í Norðuroyggjum løgdu at við báti, eftir at Vártingið var flutt oman av Køtlunum heim í Innistovu í Vági.

Her var partur av úthandlinum í Klaksvík, sum einasti kvinnuligi leiðari í Føroyum, Karin Biskupsstøð, stóð fyri.

Seinni gifti hon seg við Kjølbro, og stovnaðu tey á staðnum fyritøkuna Kjølbro. Her skulu staðarnøvn, bygningar og søgan varðveitast, sum eitt søguligt tilboð til føroyingar og ferðamannin.

Her á staðnum verður talan um tvey neyst, dupultneystið hevur trimpul og er í tveimum hæddum.

Hugsa vit okkum, at síðurnar eru lagaðar við gróti, takið hevur flag, suðurendin móti steinsetta torginum er úr timbri, so verður endin móti vágni bindingsverk við glasi og panoramútsýni. Her kundi t.d møguleiki verið fyri Café við lættverðum.

Um Áhugafelagið Nólsoyar Páll verður fyriskipari, er mett, at hetta kann gerast fyri ein rímuligan penga.

Møguleikarnir, sum hetta økið hevur fyri býin, trivnaðin og ferðavinnuna, eru sera stórir og kunnu ikki metast saman við ein skúl.

Hetta hava ávísir býðráðslimir trupult við at skilja, ella eru tað aðrar orsøkir til hetta?

Tað er týðiligt, at borgararnir í Klaksvík hava áhuga í hesum máli, tað vísti skrivið um staðsetingina av Húsarhaldsskúla Føroya í oktobur mánaði 2020.

Málið var ongantíð umtalað til seinasta býráðsval, tó at tað var viðkomandi.

Sjálvstýrisflokkurin brúkti stóra orku upp á sín avrikslista, men segði ikki eitt orð um Húsarhaldsskúlan.

Tey í seinastu býráðssetu, sum vóru fyri staðsetingini av Húsarhaldskúlanum, fóru helmingin aftur í atkvøðum ella vóru ikki afturvald.

Atli Justinussen er einasti eftir frá seinastu býráðssetu, sum ikki atkvøddi fyri staðsetingini av Húsarhaldsskúlanum, hann bleiv toppskorari hjá fólkaflokkinum. Hetta er ikki øll frágreiðingin men ein partur av henni.

Hóast fleiri ferð er spurt eftir grundgeving fyri staðsetingini av Húsarhaldsskúlanum, sær tað ikki út til, at býráðslimir tora at standa við ábyrgdini og grundgeva.

At gera eitt mistak er menniskjaligt, at rætta tað gevur áræði og styrki.

At gera eitt mistak og verja tað er fáfongd og orsøk til onnur mistøk.

Hetta er ein áheitan á býráðið um at staðseta Føroya Húsarhaldsskúla á einum øðrum og meira hóskandi staði.

Havandi móttøkuna av skrivinum í huga, verður eisini umhugsað millum annað at hava opið hús á Biskupsstøðgarðinum at savna undirskriftir sum mótmæli.

Archibald Black

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo