Fyrireikararnir av Summar Festivalinum heita nú á fólk um at fáa sær armband í góðari tíð, tí roknast kann við kø við inngongdina hóskvøldið.
Stórt túsundtal av fólki ætlar sær á Summar Festivalin, og tí verður trýst á inngongdirnar hóskvøldið. Við at fáa sær armband áðrenn festivalin, ber til at sleppa undan at standa í kø við inngongdina.
Á høvuðsdeildini hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík og í Telebúðini í Klaksvík ber til at fáa armband í vanligum upplatingartíðum frá týsdegnum.
Á Torginum í SMS fer Summar Festivalurin týsdagin, mikudagin og hósdagin at hava bás, har tað ber til at fáa armband. Básurin hevur opið frá kl. 11:00 til 18:00.
Frá kl. 18:00 hósdagin ber til at fáa armband við inngongdina til Summar Festivalin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo