Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Hvar ganga mørkini fyri talufrælsinum? Nær verður frí tala til haturstalu? Í hvønn mun skulu religiøsir minnilutar verjast ímóti kritikki, satiru og niðrandi útsagnum? Og hvat skal altjóða lóggáva siga um hesar spurningar?

Líka síðani Sameindu Tjóðir vórðu settar á stovn í 1945, hava slíkir spurningar elvt til politiskt stríð ímillum statir og diplomatar í ST. Tá ræðuleikarnir undir 2. veraldarbardaga komu undan kavi, settu heimsins lond sær fyri at smíða nýggja altjóða lóggávu, sum knæsetti mannarættindi sum løgfrøðiligt bindandi hugtak. Fyrst kom ST-heimsyvirlýsingin um universell rættindi frá 1948, og í fimmti- og sekstiárunum komu fleiri mannarættindasáttmálar.

Men hóast hesar sáttmálar eru heimsins lond framvegis rúkandi ósamd um, hvussu idealini um mannarættindi skulu tulkast og setast í verk í praksis. Ein spurningur, sum aftur og aftur skapar split og samanbrestir og politiskar kreppur, er spurningurin um sambandið ímillum talufrælsið øðrumegin og átrúnaðarligar kenslur ella atlit hinumegin. Einki land í heiminum loyvir absoluttum talufrælsi, men heimsins lond eru grundleggjandi ósamd um, hvørjar leiðreglur skulu vera galdandi í altjóða lóg.

Stríðið í ST
Fleiri ST-limalond úr muslimska heiminum hava leingi arbeitt fyri at seta í verk umfatandi religiøsan og politiskan sensur í altjóða lóggávu. Slík lóggáva ímóti blasfemi (gudsspottan) verður praktiserað í stórum pørtum av tí muslimska heiminum, har blasfemi og religiónskritikkur kann revsast við bót, fongsli, píning og deyðadómi. Flestu londini í Evropa hava strikað lóggávu ímóti blasfemi, men hava samstundis samtykt lóggávu ímóti haturstalu og rasismu fyri at verja minnilutar. Og í USA finst ein onnur siðvenja, sum loyvir bæði haturstalu, rasismu og blasfemi, so leingi talan ikki er um ítøkiligar fysiskar hóttanir. Hendan radikala stevnan er kjølfest í amerikansku grundlógini.

Í september í ár gevur Heini í Skorini út altjóða bók um spenningarnar ímillum talufrælsið og religión. Bókin fer afturum tann politiska dystin í ST og viðger tað diplomatiska stríðið um at definera innihaldið í altjóða lóg hesum viðvíkjandi. Bókin vísir, hvussu klassisk mannarættinda-hugtøk verða brúkt og misbrúkt av politiskum aktørum, og hvussu tað politiska stríðið um at orða og tulka altjóða lóg fer fram í praksis. Bókin er ein dagførd útgáva av Ph.D.-ritgerð frá 2017 á King’s College London, og hon verður givin út av enska forlagnum Routledge University Press. Routledge telist millum tey fremstu akademisku forløgini í mun til samfelagsvísindi og altjóða politikk, og bókin er partur av bókarøðini ”Routledge Studies in Religion and Politics”, sum er redigerað av Jeffrey Haynes, professara í altjóða politikki á London Metropolitan University. Útgávutiltøk verða hildin í London, Keypmannahavn og New York.

Fleiri upplýsingar um bókina eru at finna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo