Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

The Bloody Beetroots skapa ársins størstu strandarveitslu á Gøtu sandi, tá ið elektroniski úrmælingurin Sir Bob Cornelius Rifo øsir alt upp í skúm.

Frá altjóða festivalum sum Tomorrow Land, Electric Daisy, The Big Day Out og Ultra koma SBCR aka the The Bloody Beetroots á G! at sparka ársins festival í gongd. 

Sandurin í Syðrugøtu verður karmur um eina elektroniska veitslu, sum vit ongantíð fyrr hava sæð í Føroyum. Sir Bob Cornelius Rifo er ein altjóða viðurkendur tónasmiður við einum altjóða milliónaskara av fylgjarum, sum taka undir við listarligum frælsi, fríari talu og kaos. 

Nýggjasta útgávan hjá SBCR aka The Bloody Beetroots, við millum øðrum Sir Paul McCartney, Tommy Lee og Greta Svabo Bech endaði millum 10 tær bestu hjá Itunes.

Kongurin av punk rock dance, sum Sir Bob verður róptur, elskar Gretu Svabo Bech og júst lagið hjá teimum báðum Chroicles of a Fallen Love hevur meira enn 3 mió. vísingar á Youtube. 

Kekka Sir Bob (og Gretu) her:

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo