Mowi, sum er heimsins størsti alari, fall eins og aðrar norskar alifyritøkur nógv í virði tá ætlanir um ein nýggjan aliskatt vórðu fráboðaðar á tíðindafundi í september í fjør.
Á tíðindafundinum, sum seinni hevur verið skýrdur heimsins dýrasti tíðindafundur, boðaðu Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, og Trygve Slagsvold Vedum, fíggjarmálaráðharri, frá ætlanum um at leggja 40% í serligum grunnrenteskatt á vinnuna.
Tá dagurin var av hevði norska alivinnan mist virði fyri 55 milliardir norskar krónur, tí íleggjarar seldu út av sínum partabrøvum.
Miðilin ilaks.no skrivar, at tá børsurin lat aftur í gjár var korsurin á partabrævinum hjá Mowi komin uppaftur á 170,5 norskar krónur. Áðrenn stóra fallið síðst í september í fjør var kursurin 170,05 norskar krónur.
Ein av orsøkunum er, sambært ilaks, at Mowi fæst við aling í fleiri londum (harímillum eisini í Føroyum) og tí hava íleggjarar eftir at hava summað seg aftur fingið álit á felagnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo